Songtexte.com Drucklogo

Álvur kongur Songtext
von Týr

Álvur kongur Songtext

Gevið ljóð og lýðið
Meðan eg gangi í dans
Tað vóru ikki frægari saman
Enn Álvur og rekkar hans

Draga teir sínar sjódrekar
Oman úr tøttum neysti
Tá stóð fast í knarrar hæli
Leyp so fram og goysti

Gýltan spora við mín fót eg spenni
So temji eg mínar gangarar
Tann góða lati eg renna

Tað var mín hin fyrsti dreymur
Tá ið eg heiman sigldi
Logi leikar á øllum teim
Ið Álvi kongi fylgdu


Tað var mín hin annar dreymur
Tá ið eg heima var
Allir stoyttust á drekans borð
Og duttu so niður í kav

Gýltan spora við mín fót eg spenni
So temji eg mínar gangarar
Tann góða lati eg renna

Tólv merkur í reyðargulli
Tað skal vera títt
Vilt tú, Óðin, æsa kongur
Loysa høvur mítt?

Tað var reysti Óðin kongur
Stoyttist í jørðina niður
Tær gevi eg nú, Rókurin svarti
Lív og fagran sigur

Gýltan spora við mín fót eg spenni
So temji eg mínar gangarar
Tann góða lati eg renna

Songtext kommentieren

Schreibe den ersten Kommentar!

Fan Werden

Fan von »Álvur kongur« werden:
Dieser Song hat noch keine Fans.